Leita

Samband

Rita inn

Virkis- og produktábyrgd

Virkis- og produktábyrgd tekur við, um virkið ella starvsfólk skulu rinda endurgjald fyri skaðar, sum virkið ella starvsfólk ábyrgjast fyri, og sum eru íkomin orsakað av virkseminum hjá virkinum

Hvør kann tekna tryggingina?

Øll virkir

Allar vinnugreinar

Prísurin verður lagdur eftir tínum tørvi

Send mær tilboð(https://www.trygd.fo/vinnutryggingar/virkis_produktabyrgd/fa_tilbod--virkisproduktabyrgd)

Virkisábyrgd

Virkisábyrgd tekur við, um tín fyritøka verður áløgd at rinda endurgjald í sambandi við skaða á viðskiftafólk, starvsfólk, onnur ella á lutir.

Virkisábyrgdin fevnir um skaðar, sum henda á staðnum, har arbeitt verður.

Dømi um skaða er, at ein timburmaður missir ein hamara niður í høvdið á einum persóni, sum fær skaða. Eitt annað dømi er skaði, sum hendir viðskiftafólki, sum er á vitjan í handlinum/virkinum.

Produktábyrgd

Produktábyrgdin tekur við, um ein vøra ella eitt arbeiði, sum ikki er í lagi, er orsøk til skaða á fólk ella lutir, eftir at vøran/arbeiðið er handað viðskiftafólkinum.

Dømi um skaða er, at ein matvøra verður seld, sum inniheldur bakteriu, ið kundin verður sjúkur av.