Leita

Samband

Rita inn

Metgott úrslit í 2025 02. mars 2026

2025 hilnaðist sera væl, og árið var serliga merkt av lutfalsliga fáum skaðum og øktum tryggingarinntøkum. Úrslitið eftir skatt var 42 mió. kr., sum er tað besta í søguni hjá felagnum.

“Í 2025 fingu vit lutfalsliga fáar skaðafráboðanir frá okkara kundum, og tað gleðast vit um, tí vit vita, hvussu óheppið tað kennist fyri tann einstaka at verða raktur av skaða – eisini hóast tryggingin dekkar. Eingin stór skaðaódn var í árinum, og tað hevði eina góða ávirkan á talið av skaðafráboðanum og á samlaðu skaðaútreiðslurnar. Ársúrslitið er søguliga gott, og tað eru vit sjálvandi sera væl nøgd við,” sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.

Gongdin í føroyska samfelagnum sæst eisini aftur í virkseminum hjá Trygd. Bíðitíðin eftir umvælarum kann vera long, og skaðarnir eru vorðnir nakað dýrari at umvæla.

92% fingu endurgjald

Hóast árið ikki var merkt av nógvum stormskaðum, boðaðu kundar kring alt landið framvegis frá skaðum av ymiskum slagi. Av øllum skaðum, ið vórðu fráboðaðir í 2025, fingu 92% endurgjald.

“Tað skal vera lætt at vera kundi í Trygd, og tí hava allir kundar hjá okkum ein persónligan tryggingarráðgeva, sum teir kunnu venda sær til. Tað skal eisini vera einfalt at fáa endurgjald fyri dekkaðar skaðar.