Leita

Samband

Rita inn

Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undirskrivað samstarvsavtalu 11. mai 2026

Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undirskrivað eina samstarvsavtalu, sum merkir, at Trygd verður høvuðsstuðul hjá føroyskum kappróðri næstu trý kappingarárini.

Avtalan fevnir um kappingarárini 2026, 2027 og 2028 og hevur til endamáls at styrkja og menna føroyskan kappróður – bæði á sjónum og arbeiði, ið verður gjørt í sambandi við stevnurnar kring landið.

Samstarvið snýr seg ikki einans um fíggjarligan stuðul. Trygd fer eisini at lata útgerð og lutir til rógvarar og feløg, so sum bjargingarvestar og annað, ið kann betra um trygdina og trivnaðin í ítróttinum. Øll 28 kappróðrarfeløg í landinum fáa til dømis bjargingarvestar frá Trygd.

« Vit eru sera fegin um, at Trygd verður okkara høvuðsstuðul.