Leita
Samband
Rita inn
Fyrra hálvár hilnaðist væl 19. august 2026
Trygd kunnger í dag roknskapin fyri fyrra hálvár, sum í høvuðsheitum hevur verið merkt av góðari gongd á flestøllum mótum. Úrslitið eftir skatt gjørdist 15,9 mió. kr.
Góða gongdin frá undanfarna ári er hildin fram í 2026, og úrslitið er serliga merkt av góðum íløguvirksemi og eini skynsamari skaðagongd. Samlaða talið á skaðum var lægri enn sama tíðarskeið í fjør, og eingin heilt stórur skaði varð fráboðaður.
”Vit fegnast um góðu gongdina. Okkara virksemi er støðugt vaksandi, og roknskapartølini bera boð um, at fyritøkan gerst alsamt meira effektiv. Vit hava dugnalig starvsfólk, nøgdar kundar, og so gleðast vit eisini um, at kundarnir ikki hava verið raktir av eins nógvum skaðum og undanfarin ár”, sigur Anna Mohr Holm, stjóri.
Samanbera vit úrslitið við sama tíðarskeið í fjør, so er hálvársúrslitið í ár heldur lakari orsakað av eini broyting í avsetingum á arbeiðsskaðaøkinum.
Útlitini fyri restina av árinum
Hyggja vit eftir restina av árinum, so væntar leiðslan eina støðuga framgongd í tryggingarvirkseminum restina av árinum.