Fyribyrging

Um felagið

Saman um krabba(https://www.krabbamein.fo/saman-um-krabbamein-2025)Stuðla(https://www.krabbamein.fo/studla)

Alt

Stuðla(https://www.krabbamein.fo/studla)

Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959

kmf@krabbamein.fo

Krabbameinsfelagið á Facebook(https://www.facebook.com/krabbameinsfelag/)

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Um felagið(https://www.krabbamein.fo/um-felagid)

Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein(https://krabbamein.fo/Default.aspx?ID=166)

Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein(https://krabbamein.fo/Default.aspx?ID=166)

Nýggj Krabbameinsætlan fyri Føroyar varð handað landsstýrismanninum í heilsumálum á vári 2022. Aðalmálið við ætlanini er, at størri áherðsla á fyribyrging skal minka um títtleikan av krabbasjúkum, og at betri viðgerðartilboð skulu tryggja, at fleiri blíva frísk ella kunnu liva leingi við sjúkuni.

Talið av krabbameinstilburðum hevur verið vaksandi seinnu árini. Í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar verður sipað til gransking sum vísur, at talið av staðfestum krabbatilburðum er vaksið frá sløkum 200 í 2007 til upp móti 250 tilburðum í 2019. Talið av teimum, ið doyggja, hevur tíbetur ikki hevur fylgt við, men hevur flestu árini ligið rættiliga støðugt um 100 árliga. Samstundis hevur gongdin verið tann, at tað eru munandi fleiri, ið nú liva fimm ár eftir, at sjúkan varð staðfest. Føroyar eru tó framvegis ein eftirbátur samanborið við onnur Norðurlond, tí tað eru uppaftur fleiri í okkara grannalondum, ið eru á lívi fimm ár eftir, at sjúkan varð staðfest.

Í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar eru 69 tilmæli, sum fevna um m.a.