Fyribyrging
Um felagið
Saman um krabba(https://www.krabbamein.fo/saman-um-krabbamein-2025)Stuðla(https://www.krabbamein.fo/studla)
Alt
Stuðla(https://www.krabbamein.fo/studla)
Hitt okkum
Hitt okkum
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.
+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook(https://www.facebook.com/krabbameinsfelag/)
Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.
Fá hjálp(https://www.krabbamein.fo/fa-hjalp)
Krabbamein og kynslív
Krabbamein og kynslív
Trupulleikar við kynslívinum eru vanlig hjáárin, tá ið krabbamein er staðfest og viðgerðin er byrjað.
Krabbameinssjúka og serliga viðgerðin kann broyta nógv í kynslívi og nærleika hjá tí sjúka.
Hóast tað er torført hjá tí sjúka og makanum at tosa um alskhug, og nærleika, kann tað vera umráðandi at biðja heilsustarvsfólk um vegleiðing og kunning um broytingar, sum kunnu gera um seg í kynslívinum orsaka av sjúku og viðgerð.
Kynslív er ofta eitt tabuevni bæði hjá sjúklingum og heilsustarvsfólki. Krabbameinssjúklingar skava ofta út yvir trupulleikar við nærleika og kynslívi – nógv tey flestu og makarnir eru illa við at skula tosa um so viðbrekin mál. Tí eigur heilsustarvsfólkið altíð at taka evnið upp og geva ráð og stuðul – eftirsum tey eru mett serfrøðingar í eygunum á sjúklingum, og sjúklingar vænta, at tey taka málið upp.
Kynslív og krabbamein - sjúklingur(https://krabbamein.fo/Default.aspx?ID=449)
Alt, tú vildi vita um tína kynsligu heilsu, men ikki tordi at spyrja um
Trupulleikar við kynslívinum hoyra til vanligastu hjáárinini, tá ið krabbamein er staðfest og viðgerðin er byrjað.