Fyribyrging
Um felagið
Saman um krabba(https://www.krabbamein.fo/saman-um-krabbamein-2025)Stuðla(https://www.krabbamein.fo/studla)
Alt
Stuðla(https://www.krabbamein.fo/studla)
Fyribyrging(https://www.krabbamein.fo/fyribyrging)
Sjey tekin at geva sær far um
Sjey tekin at geva sær far um
Fleiri ymisk tekin kunnu vera um, at krabbamein ger um seg, og vísir okkurt av teimum seg, er umráðandi at fara til lækna. Kræftens Bekæmpelse í Danmark hevur almannakunngjørt sjey høvuðstekin, sum Krabbameinsfelagið eisini vísir á. Tekinini sært tú her
1. Trupulleikar við at svølgja
Gev tær far um :
Trupulleikar í ein mánað við at svølgja
Kensluna av, at okkurt situr fast í hálsinum
Pínu, tá tú svølgir
Áhaldandi trupulleikar við at svølgja kunnu standast av hálsbruna. Men talan kann eisini vera um krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.
2. Lætnar brádliga
Gev tær far um:
Tú lætnar, hóast tú ikki roynir
Tú lætnar, hóast tú ikki broytti matvanar ella íðkar
Tú lætnar óvanliga nógv, tá tú roynir at klænka
Tú kanst lætna óvæntað av ymsum orsøkum. Ein orsøk kann vera krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.
3. Áhaldandi hosti og hæsi
Gev tær far um:
Hosta, sum heldur fram meira enn ein mánað
Hosta, sum broytist • Hosta við blóðigum slími
Hæsi, sum varar ein mánað
Varandi hosti og hæsi kunnu standast av fleiri orsøkum. Ein teirra kann vera krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.
4. Óvæntað bløðing
Gev tær far um:
Blóð í skarni, landi ella sáði