Uttanlands

Katrin Jóhanna strikað úr føroyska flotanum

Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna er seld, og strikað úr føroyska flotanum.

Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-10-21 14:18

Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna, sum setti kós móti Noregi sunnukvøldið, er nú strikað úr føroyska flotanum.

Talan er um norksa reiðaríið Harjon AS, sum hevur keypt skipið, sum nú skal avloysa uppsjóvarskipið Harald Johan.

Keypsprísurin fyri Katrin Jóhonnu er 30 milliónir krónur tilsamans.