Innanlands

Rógv út frá tíni egnu bygd: Føroyar vorðnar til eitt telduspæl um fiskiskap

Í nýggjum føroyskum telduspæli byrjar tú við keiina í tíni egnu bygd í einum føroyskum árabáti og fiskar í sama veðri, sum er yvir Føroyum tann dagin.

(Mynd: Snørið)

2026-10-23 19:52

Tíðindaskriv

Í Snørinum, einum nýggjum føroyskum telduspæli um fiskiskap, byrjar tú við kaiina í tíni egnu bygd í einum føroyskum árabáti og fiskar í sama veðri, sum er yvir Føroyum tann dagin.

Spælið verður spælt í kaganum, á telefon ella teldu, á snørið.fo.

Tú byrjar við kaiina í einum árabáti, gamla súðubygda føroyska bátinum, og fiskar við snøri. Tú fert út á sjógvin, kastar snørið og kennir, tá ið fiskurin tekur. So dregur tú fiskin inn, fert heim aftur og selur fongin á kaiini. Fyri peningin keypir tú ein motorbát og síðan størri bátar – higartil átta í alt, frá árabátinum og til ein línubát, sum fiskar úti á djúpinum. Tú kanst eisini keypa tær eina byrsu og skjóta fugl úr bátinum – lomviga, álku og skarv – sum tú avreiðir á kaiini saman við fiskinum.

(Mynd: Snørið)

Oyggjarnar eru tær veruligu. Landið og havbotnurin eru gjørd eftir almennu kortunum hjá Umhvørvisstovuni, og higartil eru 67 havnir bygdar upp eftir myndum og flogmyndum – bæði Tórshavn og Klaksvík og smærri bygdir sum Hattarvík og Skarvanes – so at spælararnir kenna sína egnu bygd aftur, tá ið teir síggja hana av sjónum.