Innanlands

Samd um mest loyvdu veiðu - hittast aftur um býtið

Strandarlondini hava seinastu vikurnar havt samráðingar í London um uppsjóvarfisk.

2026-10-23 14:58

Ingi Samuelsen

Seinastu vikurnar hava drúgvar strandarlandasamráðingar verið á skrá í London um uppsjóvarfisk.

Strandarlondini eru samd um at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2027 fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft, skrivar Fiskimálaráðið. Strandarlondini vórðu samd um at fylgja ráðgevingini frá ICES, ið var 352.938 tons fyri makrel; 588.004 tons fyri norðhavssild og 1.064.191 tons fyri svartkjaft.

Í seinastu viku vóru samráðingar um svartkjaft og norðhavssild og hesa vikuna hava samráðingarnar um makrel verið á skrá. Undir hesum samráðingunum viðgjørdu strandarlondini eisini lívfrøðiligu útbreiðslufrágreiðingarnar, veiðuhagtøl o.a.