Innanlands
Kappingareftirlitið fingið fráboðan um søluna av Biritu við kvotum
P/f Jókin og P/f Vestmanna Fiskavirki ætla at keypa Biritu við kvotum.
Birita verður í næstum seld við kvotum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
2026-10-27 13:45
Kiran Jóanesarson
Uppsjóvarskipið Birita skal seljast við kvotum, og tað er ein støða sum Kappingareftirlitið nú skal góðkenna.
Kappingareftirlitið hevur móttikið fráboðan um, at P/f Jókin og P/f Vestmanna Fiskavirki í felag hava gjørt avtalu við Sp/f Gráastein um keyp av uppisjóvarskipinum "Birita" við tilhoyrandi veiðiloyvi og øllum fiskirættindum.
Eftir ætlan verða fiskirættindini býtt millum keypararnar, P/f Jókin og P/f Vestmanna Fiskavirki, og gagnnýtt av teimum skipum, sum keypararnir frammanundan eiga.