Heilivágur

MEDISINSK ÚTGERÐ

TÆNASTUR

OKKARA VØRUR(https://www.apotek.fo/okkara-voerur)

Um okkum

Boða frá(https://www.apotek.fo/boda-fra)Bílegg(https://www.apotek.fo/bileggingar)Læknaportalur(https://www.apotek.fo/laeknaportalurin) Starvsmøguleikar(https://www.apotek.fo/starvsmoeguleikar)

No items found.

Upplatingartíðir(https://www.apotek.fo/um-okkum/upplatingartidir)

Alt

FO

Ferðsluvandamikil heilivágur

Visti tú, at ávís sløg av heilivági kunnu vera eins vandamikil í ferðsluni sum rúsdrekka?

Nøkur sløg av heilivági virka doyvandi ella rúsandi. Tey kallast “ferðsluvandamikil heilivágur”, tí tey minka um reaktiónsevnini.

Niðursett reaktiónsevni kann vera vandamikið - millum annað í ferðsluni. Tú kanst verða dømd/ur eftir ferðslulógini, um tú ert so mikið ávirkaður av heilivági, at tað ávirkar koyringina.

Hvussu doyvandi tann “ferðsluvandamikli heilivágurin” er, er tengt at, hvør heilivágurin er, hvussu nógv tú tekur, og hvussu leingi tú hevur verið í viðgerð.

Men ávirkanin er eisini ymisk frá persóni til persón. Tí ber ikki til at siga frammanundan, hvussu ávirkaður ein persónur gerst. Tí er sera umráðandi, at tú ert varin sjálv/ur.

Hvussu ávirkar heilivágur við reyðum tríhyrningi?

Heilivágur, sum er merktur við einum reyðum tríhyrningi, hevur serliga vanda við sær at ávirka koyriførleikarnir. Um tú tekur heilivág við reyðum tríhyrningi, skalt tú vera varin við, hvussu tú reagerar upp á hendan heilivágin, áðrenn tú fert at koyra bil, arbeiða við maskinum e.l.

Um tú gerst doyvd/ur av heiliváginum, eigur tú at lata bilin standa.

Hesin reyði tríhyrningur verður brúktur í Danmark, Norra, Finnlandi og Íslandi. Tískil er hetta ikki eitt altjóða eyðkennismerki, og møguliga sært tú eitt annað eyðkennismerki aðrastaðni.

Dømi um heilivág við reyðum tríhyrningi er heilivágur fyri angist, ampa, andvekri, epilepsi og sjóverki . Eisini hevur onkur heilivágur fyri sterka pínu og hosta reyðan tríhyrning.

Kann heilivágur uttan reyðan tríhyrning ávirka?

Tað er týdningarmikið at gera sær greitt, at heilivágur uttan reyðan tríhyrning eisini kann vera vandamikil í ferðsluni. Tí er altíð týdningarmikið, at tú ert varug/ur við, hvussu heilivágurin ávirkar teg.