Heilivágur
MEDISINSK ÚTGERÐ
TÆNASTUR
OKKARA VØRUR(https://www.apotek.fo/okkara-voerur)
Um okkum
Boða frá(https://www.apotek.fo/boda-fra)Bílegg(https://www.apotek.fo/bileggingar)Læknaportalur(https://www.apotek.fo/laeknaportalurin) Starvsmøguleikar(https://www.apotek.fo/starvsmoeguleikar)
No items found.
Upplatingartíðir(https://www.apotek.fo/um-okkum/upplatingartidir)
Alt
FO
Magasýrutrupulleikar
Mong menniskju hava ampa av ov nógvari magasýru. Hesin trupulleiki er ikki neyðturviliga tað sama sum at hava ov nógva magasýru. Onnur viðurskifti gera seg galdandi, t.d. hvussu viðkvæmur magin er fyri magasýruni. Sjáldan er talan um eina álvarsliga sjúku, men hetta er til ampa, um hetta javnan stingur seg upp.
Magasýrutrupulleikar kunnu elva til tríggjar ymiskar sjúkur: Bróstsviða (refluks), súran maga (dyspepsi) og magasár (ulcus).
Hvat er bróstsviði?
Bróstsviði er ein pínufull, brennandi ella svíðandi kensla í maganum, aftan fyri bringubeinið ella í hálsinum. Vanliga eru eyðkennini mild og ikki drúgv. Viðhvørt, men sjáldan, kann bruni koma í vælindinum.
Bróstsviði kemur av, at tað súra innihaldið í maganum rennur uppaftur í vælindið ella í munnin. Hetta verður eisini vanliga nevnt refluks. Niðast í vælindinum er ein lokavøddi, sum skal forða hesum. Um lokavøddin ikki arbeiðir, sum hann eigur, so rennur magasýran uppaftur í vælindið. Av tí at slímhinnan í vælindinum ikki tolir tað súra úr maganum, so elvir hetta til pínu, tí slímhinnan verður skødd. Hendir hetta í longri tíð, so kunnu koma bruni og sár í slímhinnuna.
Vandin fyri, at tað rennur uppaftur, verður størri, um nógv magasevja er, ella um tú hevur etið ríkiligt. Og eisini um eitthvørt trýstir á magan. Fólk fáa bróstsviða ofta eftir eina búrmáltíð, ella um tey benda seg framá.
Barnakonur kunnu hava bróstsviða og súr rop, tí barnið tekur pláss og trýstir á lokavøddan. Barnakonuhormonið progesteron kann gera, at lokavøddin ikki virkar fullvæl, hann verður ov kraftaveikur.
Lokavøddin viknar við aldrinum. Tí hava fleiri eldri fólk bróstsviðatrupulleikar. Nøkur fólk, ið viga ov nógv, líða av ov nógvari sýru í vælindinum, tí trýstið á lokavøddan er ov stórt. Eisini kann royking elva til bróstsviða og súr rop. Bróstsviði er ein ógvuliga vanligur ampi. Flest fólk hava upplivað hetta av og á.
Hvat er súrur magi?
Tað, ið eyðkennir súran maga, er pína og ampi ovast í maganum. Súrur magi kann benda á, at talan er um bróstsviða ella magasár. Tað er av týdningi, at farið verður til lækna fyri at útiloka aðra sjúku, um tú javnan hevur hesi sjúkueyðkenni og ikki kennir teg væl.
Sjúkueyðkennini koma ofta, tá ið tú ert svangur/svong, hevur etið í meira lagi, hevur drukkið alkohol ella hevur tikið NSAID – t.d. ibuprofen.
Orsøkin er ikki kend, men ymisk viðurskifti kunnu vera galdandi. Hildið verður m.a., at orsøkirnar kunnu vera ávikavist, at sodningarlagið verður overvað, ovurviðkvæmi og stúran.
Hvør er viðgerðin fyri bróstsviða og súran maga?
Fleiri av teimum, ið hava bróstsviða og súran maga, kunnu vinna á sjúkunum við at broyta lívsførslu. Les: ”Hvat kann eg gera?” niðanfyri.
Mild eyðkenni kunnu viðgerast við ávikavist sýruneutraliserandi heilivági (antacida), heilivági, sum „leggur lok“ á magasýruna, ella heilivági, sum minkar um sýruframleiðsluna (sýrupumputarnarar), samstundis sum roynt verður at halda seg burtur frá tí, sum kann elva til bróstsviða og súran maga. Um viðgerð við heilivági úr handkeypi ikki hjálpir, eigur tú at fara til lækna at verða kannað/ur.
Um sjúkueyðkennini eru ring og afturvendandi, so eigur tú at seta teg í samband við læknan. Læknin kann byrja viðgerð við sýrupumputarnara - vanliga 1 ferð um dagin í 4 vikur. Sjúkueyðkennini hvørva ofta skjótt, men týðandi er at halda fram í 4 vikur, tí at møguligir sýruskaðar í vælindinum verða grøddir í longri tíð. Høvuðsendamálið við viðgerðini er at linna sjúkueyðkennini, at kunna um støðuna og at sissa, at hetta ikki er ein álvarsom sjúka, um aðrar sjúkur ikki eru til staðar.
Hvat er magasár?
Magasár (ulcus) er eitt sár í slímhinnuni í maganum (ventrikkulin) ella í ovara parti í buggørnunum (tólvfingratarmunum).
Vanliga eru slímhinnurnar í maganum mótstøðuførar fyri magasýru. Men viknar magaveggurin, so kann magasýran tæra slímhinnuna, og av hesum kemur sár.