Heilivágur

MEDISINSK ÚTGERÐ

TÆNASTUR

OKKARA VØRUR(https://www.apotek.fo/okkara-voerur)

Um okkum

Boða frá(https://www.apotek.fo/boda-fra)Bílegg(https://www.apotek.fo/bileggingar)Læknaportalur(https://www.apotek.fo/laeknaportalurin) Starvsmøguleikar(https://www.apotek.fo/starvsmoeguleikar)

No items found.

Upplatingartíðir(https://www.apotek.fo/um-okkum/upplatingartidir)

Alt

FO

At leggja av at roykja

Tað ber til at leggja av at roykja uttan heilivág ella aðra hjálp. Men kanningar vísa, at útlitini fyri, at roykisteðgurin varir við, eru væl størri, um tú tekur av onkrum tilboði um leiðbeining og stuðli til roykisteðgin, møguliga saman við nikotintilbúningi.

Fyrireiking hevur stóran týdning

Tað hevur stóran týdning, at tú gevur tær stundir til eina fyrireikingartíð umleið 2-3 vikur áðrenn sjálvan roykisteðgin.

Vel eitt tíðarskeið til fyrireikingartíðina, har tú ikki hevur krevjandi uppgávur og ikki skal í veitslu ella skal til onnur tiltøk, har tú plagar at roykja í hugnaligari samveru

Vel ein ávísan dag (set dagfesting á), tá tú hevur avgjørt, at nú hevur tú roykt seinastu sigarettina

Nevn dagfestingina fyri øllum teimum, ið dagliga eru saman við tær, so tey kunnu stuðla tær, soleiðis at tað ikki verður so lætt hjá tær at bera teg undan avgerðini, tá dagurin nærkast

Tá tú hevur lagt av, koma tað ivaleyst ymiskar støður, har tú serliga freistast til at roykja. Tí er tað av stórum týdningi, at tú longu í fyrireikingartíðini hugsar, nær og hvar freistingarnar eru, og hvussu tú kanst broyta teir roykivanar, tú hevur júst nú

Hvussu kann eg fyrireika meg?

Er fyrsta sigarettin um morgunin tann besta á degnum? Royn í fyrireikingartíðini at leggja alt, tú plagar at gera, annaleiðis til rættis, soleiðis at tú ikki fært stundir at roykja, áðrenn tú fert til arbeiðis.

Dámar tær væl at roykja, meðan tú tosar í telefon? Tak ein penn/blýant í hondina í staðin fyri sigarettina, meðan tú tosar.

Plagar tú at roykja saman við starvsfeløgum í kaffisteðginum? Ver meira saman við teimum starvsfeløgunum, sum ikki roykja í staðin.

Dámar tær væl eina sigarett aftur við einum kaffimunni? Drekk vatn ella okkurt annað í staðin, sum tú ikki vanliga plagar at drekka aftur við sigarettini.

Dámar tær væl at roykja oman á døgurða/nátturða? Skunda tær frá borðinum, tá tú hevur etið. Vaska upp ella spáka tær ein túr í staðin.

Í fyrireikingartíðini er tað eisini gagnligt at kunna seg um, hvørji evni eru í tubbaksroykinum, og hví vit verða bundin av at roykja.

Í tubbaksroyki eru uml. 4000 ymisk evni. Av teimum eru umleið 50 krabbameinselvandi. Tey 3 evnini, ið skaða kroppin mest, eru:

Kolilta. Kolilta er eitt slag av gassi, ið bindur seg til reyðu blóðlikamini, tá ið tú roykir. Reyðu blóðlikamini flyta súrevni (oxygen) runt í kroppinum. Tá so koliltan setur seg á reyðu blóðlikamini, megna tey ikki at flyta neyðugu mongdina av oxygeni runt í kroppinum. Serliga verður konditiónin verri, tí ov lítið av oxygeni verður flutt til kyknurnar í vøddunum.

Tjøra. Tjøra verður framleidd, tá tubbak verður brent. Tjøran er ein brúnlig evja, ið setur seg í lunguni og í filtrini í lungnaøkinum. Hvussu nógv tjøra setur seg í lunguni veldst um, hvussu nógv tú roykir, um tú andar roykin niður í lunguni og hvat slag av sigarettum, tú roykir. Tjøran inniheldur tey flestu av teimum 4000 evnunum, ið eru í tubbaksroykinum - eisini tey evnini, ið kunnu elva til krabbamein.

Nikotin. Nikotin er eitt litleyst flótandi evni, ið virkar stimbrandi. Bert lítla løtu eftir, at nikotinið er komið inn í blóðrenslið, fer tað upp í heilan og troðkar seg inn til tað staðið, har impulsir verða fluttir millum nervakyknurnar. Heilin gevur rúmd fyri nikotininum og venur seg við at fáa nikotin frá tubbaksroykinum.

Abstinensir

Tá tú leggur av at roykja, fær heilin ikki longur nikotinið, sum hann hevur vant seg við at fáa, og tað eru tóm pláss í nervakyknunum, har nikotinið áður var. Hetta elvir til, at tú fært abstinensir. Tú følir teg ikki væl, tað kennist, sum tú hevur fingið krím. Tú hevur ongan frið á tær og hevur ikki bindindi til tað, tú vanliga fæst við.

Tíbetur minka abstinensirnar, sum tíðin gongur. Tað kann tó kennast ótespiligt í meðan abstinensirnar standa á, og har finnast ymiskir háttir ein kann nýta at minka um teir, t.d. at spáka sær ein túr, busta tenn, ringja til ein vin, gera okkurt handaligt ella ein kann royna at gera úrspenningarvenjingar.

Eisini ber til at fáa tilbúning, ið inniheldur nikotin, sum kann hjálpa tær fyrstu tíðina eftir roykisteðgin.

Nikotin-tilbúningur

Plástur

Plástur Tá tú nýtir nikotin-plástur, verður nikotinið upptikið gjøgnum húðina. Síðani fer nikotinið í blóðið. Plástrið skal setast á húðina einaferð um dagin – um morgunin. Mælt verður til, at húðin er turr og rein, og at ikki ov nógv hár eru á økinum. Vanligt er t.d at seta plástrið á mjødnina ella ovarliga á arminum. Plástrið skal skiftast hvønn dag, og best er, um tú setur plástrið eitt annað stað á kroppinum, tá tú skiftir, soleiðis at húðin ikki verður ørkymlað. Tá tú nýtir nikotin-plástur, fært tú eina javna mongd av nikotini allan dagin. Um hungurin eftir nikotini ikki verður nøktaður við plástrinum, ber til at nýta aðrar tilbúningar saman við plástrinum, tá hungurin er størstur.