Vælg en side
Emmy Hentze Haraldsen
emmy@sal.fo Far: (+298) 27 22 21
Arbeiðsøki
Eg arbeiði undir sáttmála við Heilsutrygd, og taki tí ímóti fólki við ávísing frá læknanum til sálarfrøðiliga viðgerð. Heilsutrygd rindar sostatt 40% av kostnaðinum.
Arbeiðsøki míni fevna um angist, tunglyndi og strongd eins og sálarløstir, sorg, og kroniskar og lívshættisligar sjúkur. Umframt hetta havi eg royndir frá arbeiði við børnum, ungum og familjum, har eitt nú skilnaður, samanfluttar familjur, ósemjur í heiminum, lágt sjálvvirði, happing, sjálvskaðandi atferð, sálarløstir, sorg og kynsligur ágangur hava verið tema. Eisini havi eg royndir við supervisión av øðrum fakbólkum, bæði hvat einstaklingum og bólkum viðvíkjur.
Útbúgving
Bachelor of Science (Hons) frá University College London (University of London) Cand. Psych. frá Københavns Universitet Autorisatión frá Dansk Psykolognævn
Starvsroyndir
Úr Danmark havi eg starvsroyndir frá anonymari familjuráðgeving í Keypmannahavn og frá Familieafdelingen í Stevns Kommune, har arbeiði m.a. fevndi um sálarfrøðiligar kanningar, sálarfrøðiliga viðgerð av børnum og ungum, eins og ráðgeving og vegleiðing til foreldur, lærarar og námsfrøðingar.
Starvsroyndir mínar úr Føroyum stava frá arbeiði í Barnaverndartænastunum í Tórshavn og Vágunum, eini tíð í Barna-og Ungdómspsykiatriska toyminum, og frá arbeiði sum sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingur.
Viðgerðartilgongdir
Eg arbeiði í stóran mun út frá einum systemiskum eins og einum kognitivum fatanarstøði. Viðgerðin vil tó altíð vera tillaga tørvinum hjá tí einkulta klientinum.
Limaskapur
Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar