Vælg en side

Jegvan Zacharias Bæk

jegvan@sal.fo Far: (+298) 21 82 86

Útbúgving

Embætisprógv frá universitetinum í Keypmannahavn 1979 Læraraútbúgving á Føroya Læraraskúla 1987 Grundskeið og víðkað skeið í neurolingvistisk programmering – NLP 2000 Certifikat sum tankafeltterapeutur 2005

Arbeiðsøki

Eg veiti eina fjøltáttaða sálarfrøðiliga viðgerð til einstaklingar, pør, familjur og bólkar. Skeið viðv. starvsfólkarøkt og – menning Skype: eg veiti viðgerð gjøgnum Skype: jegvanz Supervisión – við starvsfólkum/leiðarum á øllum stigum Slóðir: www.tankefeltterapi.info(http://www.tankefeltterapi.info), www.emofree.com(http://www.emofree.com), www.tftrx.com(http://www.tftrx.com), www.feelfreenorway.com(http://www.feelfreenorway.com) Fyrilestur um sjálvsvirðing kontra sjálvsálit

Serstøk øki

Sjálvsvirðing/ ósikkurheit. Ótti/ræðsla – herundir øll sløg av fobium Stressviðgerð og stressfyribyrging. Skelk/trauma – t.d. harðskap, sex.misbrúk, vanlukkur. Avvarðandi hjá sjúku- og vanlukkuraktum og misbrúkarum. Avvenjing – t.d. rúsevni, royking, oveting. (sí: www.tankefeltterapi.info(http://www.tankefeltterapi.info) )

Arbeiðsroyndir

Rikið sjálvstøðuga sálarfrøðiliga viðgerðarstovu síðani 1981 Undirvíst í sálarfrøði á Føroya Læraraskúla 1985-1986 Kliniskur sálarfrøðingur á Blákrossheiminum 1987 – 2007. Tað arbeiði fevnir um ráðgeving og viðgerð av alkohol- og rúsevnismisbrúkarum og teirra familjum. Arbeiðið er bólkaviðgerð, einstaklinga-, par-, og familjuviðgerð. Umframt misnýtisviðgerð fevnir arbeiði um allar vanligar sálarfrøðiligar trupulleikar, herundir kreppur, trauma og incest.