Leita
Samband
Rita inn
Persónligt loyniorð til keyp á netinum
Frá 12. februar 2024 skalt tú umframt at nýta SMS-einnýtisloynitalið nýta eitt persónligt loyniorð fyri at kunna keypa á netinum. Hetta er fyri at økja um trygdina við keypi á netinum.
Tá ið tú nýtir gjaldskortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, fert tú at verða biðin um at stovna tær eitt persónligt loyniorð og skráseta títt telefonnummar - hetta hendir, tá ið tú skalt góðkenna fyrsta keypið eftir tann 12. februar 2024. Tú verður bara biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnummarið eina ferð.