Tíðindi

Húsaprísurin hækkaði 13% í 2025

Petur Mohr Niclasen 21.01.2026

Prísurin á bústøðum í Føroyum hækkaði við 13% í 2025. Til samanberingar var vøksturin 1% í 2024 og 4% í 2023.

Bústaðarprísurin hækkaði kring alt landið, og 2025 var áttanda árið á rað, at prísurin á bústøðum hækkaði. Í 2018 lækkaði miðalprísurin við 5%.

Stórur vøkstur í Havn og smærri býunum

Hyggja vit eftir høvuðsstaðnum og teim smærri býnum/storu bygdunum, so síggja vit ein sethúsaprísvøkstur á ávikavist 14% og 12%. Í krónum og oyrum er talan um ein miðalprís á ávikavist 4,4 mió. kr. og 2,6 mió. kr. Tá eru íbúðir ikki roknaðar við, men bert sethús.

Prísurin á íbúðum í Havn vaks við 2% í 2025. Orsøkin til lutfalsliga lágu hækkingina í íbúðarprísinum er millum annað, at fleiri smáar íbúðir vórðu seldar í fjør sammett við onnur ár, og hetta ávirkaði samlaða prísin á íbúðum, tó so hevur hetta verið við til at økja um fermetraprísin, sum var methøgur í farna ári. Miðalfermetraprísurin fyri íbúður í Havn var 41.404 kr. Til samanberingar var fermetrarprísurin á sethúsum í Havn 30.532 og 18.962 kr í teim smærru býunum/størri bygdunum. Fermetrarprísurin á íbúðum í Havn hækkaði 17% í 2025.

Eisini framgongd í smærru bygdunum

Hyggja vit eftir bústaðarprísinum í teim smærri bygdunum, síggja vit eisini ein vøkstur.