top of page

samtak@samtak.fo

+298210013

Søg

Setanarskriv: Hvat skal við?

Sonja Jógvansdóttir

11. jan. 2021

1 min læsning

Tá ið tú fert í nýtt starv, sum varar meir enn 1 mánaða, og sum í miðal er meir enn 8 tímar um vikuna skalt tú minnast til at fáa setanarskriv frá arbeiðsgevaranum. Hetta er tó ikki galdandi fyri sjófólk, hvør starvssetan er grundfest í sáttmála og sjómanslógini.

Setanarskrivið skal upplýsa:

Navn og bústað arbeiðsgevarans og løntakarans

Nær starvssetanin byrjar og hvussu leingi setanin varar, um hon ikki er óavmarkað

Starvsstaðið

Arbeiðstíð

Starvsøki

Starvsaldur

Galdandi sáttmála

Løn, ískoyti herundir eisini eftirløn, trygging o. líkn.

Nær løn verður útgoldin

Rætt løntakarans viðvíkjandi rindaðari frítíð

Longd á uppsøgnarfreistum

Møguligar aðrar avtalur í sambandi við starvssetanina

Arbeiðsgevarin hevur sambært lóg skyldu at geva tær setanarskriv, sum inniheldur omanfyrinevndu viðurskifti. Kortini eru nógv, ið ikki fáa setanarskriv

Hevur tú arbeitt, men uttan setanarskriv, kanst tú biðja arbeiðsgevaran um setanarskriv.