Rita inn

Handlar(https://ordrakurv.ph.fo/) Gastro(https://catering.ph.fo/)

01. juli 2026

Janus Gunnarsson heiðraður við kongaligari medalju á 50 ára starvsdegnum

Deil:

Janus Gunnarsson, sum hevur starvast hjá Poul Hansen í 50 ár, er í dag heiðraður við “Den Kongelige Belønningsmedalje”.

Janus byrjaði á goymsluni í niðurløgdu eysturoyardeildini hjá Poul Hansen á Glyvrum í 1976. Seinni fór hann í læru hjá Krás sum slaktari. Eftir lokna læru gjørdist hann partur av sølutoyminum hjá Poul Hansen – og hevur verið tað líka síðani.

Á 50 ára starvsdegnum varð Janus heiðraður á eini serligari hátíðarløtu saman við starvsfeløgunum og sínum nærmastu.

Starvsfelagin hjá Janusi, Finnbogi Danielsen, sum kann hátíðarhalda 55 ára starvsdag hjá Poul Hansen í august, helt eina røðu. Tað sama gjørdi Tony Rasmussen, stjóri hjá Poul Hansen.

Poul Hansen fegnast um at kunna heiðra Janus Gunnarsson fyri drúgva og trúgva tænastu.

Næst

Onnur Tíðindi

31.08.2026 - 55 ára starvsdagur(https://www.ph.fo/55-ara-starvsdagur)

01.07.2026 - Janus Gunnarsson heiðraður við kongaligari medalju á 50 ára starvsdegnum(https://www.ph.fo/janus-gunnarsson-heiðraður-við-kongaligari-medalju-a-50-ara-starvsdegnum)